Okkara tiltøk

Her finnur tú okkara konsertir og tiltøk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni. Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Ein tónleika ferð gjøgnum sangperlurnar hjá MC Restorff

MC Restorff hevur í meira enn 50 ár verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum. Hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum. Við dirvi og nærlagni hevur hann sett dám á føroyskan sang og útgávuvirksemi.

Nú hevur tú møguleika at hoyra eitt úrval av væl kendum sangum, framførdir av fleiri av okkara bestu sangarum.

Í Lívdini í Hoyvík 26. Okt. 2025 kl 20:00

Skjótt til sølu

Country Jól

Kom við til hugnaligu konsertina Country Jól við Magna Christiansen & Petur Hans Hansen saman við bólki. Magni og Petur Hans koma at framføra góðar og kendar jólasangir klæddir í country stíl.Við í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og ein leskiligur rís à l’amande! Kom við til eitt hugnaligt kvøld við góðum country jólatónleiki!

Hello I´M Johnny Cash

Konsertin 2025 var so væl umtókt at vit hava valgt at seta hana á skrá aftur 2026 Her hevur tú møguleikan at hoyrt teir væl kendu sangirnar hjá Cash við nøkrum av best umtóktu sangarum og tónleikarnum í Føroyum tá Bárður á Lakjuni, Magni Christiansen og Sveinur í Prestgarið saman við einum væl svingandi bókið leiddur av Henning Hjalt Nicodemusen koma at framføra sangir sum vit øll kenna frá Johnny Cash

Okkara stuðlar

linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram