Praisehim hevur júst lanserað eina nýggja og dagførda heimasíðu við einum frískum sniði, betri brúkaravinaligum byggnaði og fleiri nýggjum funktiónum. Nýggja heimasíðan ger tað lættari hjá vitjandi at finna upplýsingar um komandi tiltøk, fylgja við í virkseminum og keypa atgongumerki til tiltøk á ein einfaldan og trygdan hátt.
Heimasíðan er sniðgivin við serligum atliti til bæði útsjónd og nýtslu, og hon riggar nú sera væl á bæði teldu, teldli og fartelefon. Alt arbeiðið hevur havt sum mál at skapa eina heimasíðu, sum er livandi, innbjóðandi og løtt at nýta.
"Vit vildu hava eina heimasíðu, sum betur speglar okkara visión og ger tað lættari hjá fólki at gerast partur av tí, vit gera," sigur Praisehim-toymið.