Blív hjálparfólk hjá PraiseHim

Ver sjálvboðin hjálpari – og ver partur av einum gevandi felagsskapi!

Hevur tú áhuga í tónleiki og tiltøkum? Hevur tú hug at vera við til at skapa góðar upplivingar fyri onnur? So hevur tú møguleikan at gerst hjálpari hjá PraiseHim! Sum hjálpari fært tú høvi at stuðla okkara tiltøkum, møta nýggjum fólkum og uppliva tónleikatiltøkini á ein heilt serligan hátt.

Tínar uppgávur kunnu verða:

At gera reint og fyrireika húsið til tiltøk – og at rigga av eftir loknan dag.

At hjálpa til við marknaðarføring og at deila kunning um tiltøkini hjá PraiseHim

At taka myndir og video, ella hjálpa til við framleiðslu og miðlatilfar.

Ágóðar sum hjálpari hjá PraiseHim:

1. Serligar upplivingar – tú ert við frá byrjan til enda og sært, hvussu eitt tiltak verður til.

2. Skapa nýggj vinarbond – møt fólki við somu áhugamálum og ver partur av einum felagsskapi.

3. Verð ein partur av nøkrum størri - tú ert ein týðandi liður í einum toymi, sum fær alt at hanga saman.

4. Samsýning – sum hjálpari fært tú ókeypis atgongd til tiltakið, tú hjálpir við.

Soleiðis gerst tú hjálpari hjá PraiseHim:

1. Far inn á okkara heimasíðu og melda teg til.

2. Fortel okkum hvat tú kanst hjálpa við, og nær tú ert tøk/ur.

3. Vit seta okkum í samband við teg.

Vit gleða okkum at hava teg við sum hjálparfólk – tí tín hjálp ger veruliga mun! Um tú hevur spurningar ella vil vita meira, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

PraiseHim er ikki partur av sjálvari samkomuni Livdini, men hevur eitt tætt samstarv við Livdina. Øll okkara tiltøk vera hildin í Livdini. Eitt møguligt yvirskot frá okkara tiltøkum fer beinleiðis til samkomuna Livdin. Alt arbeiði í PraiseHim er sjálvboðið og ólønt.

Saman við tær skapa við tiltøkini!

Please enable JavaScript in your browser to complete this form.
Skriva navn
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram