PraiseHim er ein sjálvstøðugur grunnur, sum er bygdur á eitt kristiligt grundarlag. Við sannføringini um, at tað er Harrin, ið eigur æruna fyri alt, arbeiða vit við virðing, í trúskapi og við einum hjarta fyri Guds verki.
Endamálið við PraiseHim er at stuðla tí sjálvbodna arbeiðinum í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har nógvir eldhugaðir einstaklingar dagliga leggja sítt arbeiði og sína tíð í tænastuna fyri Gud og menniskju. Hetta arbeiði ynskja vit at lyfta fíggjarliga, soleiðis at meira rúm kann vera fyri tænastu, menning og samfelagsskap.
Grunnurin arbeiðir við ymiskum tiltøkum og verkætlanum, sum t.d. konsertir og aðrar savningar, ið hava til endamáls at savna fólk og skapa eitt grundarlag fyri stuðli. Vit vilja eisini víðka okkara arbeiði gjøgnum samstarv við einstaklingar, fyritøkur og stovnar, ið hava hjarta fyri somu hugsjón.
Vit trúgva, at tónleikur og list eru sterkir miðlar til at bera gleðiboðskapin og at skapa felagsskap, og tí eru konsertir og likandi tiltøk ein týðandi liður í okkara arbeiði. Samstundis vilja vit vísa virðing og tøkk til øll, ið velja at stuðla – bæði við tíð, bøn og gávum.
PraiseHim er ein karmur fyri Guds virki – ein íløga í tað, sum hevur æviga virði. Vit ynskja at alt arbeiðið verður gjørt í stilli og virðing, har tað ikki er navnið á menniskjum, men Gud sjálvur, ið fær æruna.