Far til høvuðsinnihaldið

Okkara tiltøk

Her finnur tú okkara konsertir og tiltøk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni. 
Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Carola Häggkvist í Lívdini 25. novembur 2026

Carola Häggkvist í Lívdini - 25. novembur kl. 21.00

Stór rødd í Norðurlondum

Carola hevur í fleiri áratíggju verið ein av mest kendu og elskaðu røddunum í Norðurlondum.

Í Lívdini verður talan um eina intima konsert við Carola og klaverleikara á pallinum – har røddin, sangirnir og nærveran standa í miðdeplinum.

Hetta verður eitt konsertkvøld við sterkum sangum, søgu, trúgv og tónleiki í fremstu røð.

Forsøla: 650 kr. í altVið dyrnar: 750 kr.Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.

650,00 kr. í alt

Tryggja tær atgongumerki
Country Jól í Lívdini 29. novembur 2026

Country Jól í Lívdini – 29. novembur kl. 20.00

Country Jól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg

Kom við til eina hugnaliga jólakonsert í Lívdini við Magna Christiansen, Lisu Fredriksberg og bólki.

Við country-tónum, kendum jólasangum og eini vakrari jólaligari pallseting verður hetta eitt kvøld, sum fær teg í jólahýr.

Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og leskiligur rís à l’amande.

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Í ár selja vit bert 500 atgongumerki til konsertina.

Forsøla: 225 kr. í altVið dyrnar: 300 kr.Tú sparir 75 kr. við at keypa í forsølu.

225,00 kr. í alt

Tryggja tær atgongumerki
Sálmar & Sangir – Hallur Joensen v/bólki & Salmer på Pøbb

Sálmar & Sangir í Lívdini – 13. mars 2027 kl. 19.00

Tvær konsertir. Eitt atgongumerki.

425 kr. fyri báðar konsertirnar, kaffi, te og okkurt afturvið.

Hetta kvøldið seta vit sálmarnar í miðdepilin. Hallur Joensen byrjar kl. 19.00 við countrysálmum og sangum, og kl. 21.30 fara Salmer på Pøbb á pall við sálmum í rock-, blues- og gospel-stíli.

Tað verður eitt hugnaligt konsertkvøld við kendum sálmum í nýggjum tónleikabúna, sterkum røddum og góðum live-tónleiki.

Forsøla: 425 kr. í altVið dyrnar: 550 kr.Tú sparir 125 kr. við at keypa í forsølu.

425,00 kr. í alt

Tryggja tær atgongumerki
PraiseHim
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram

OKKARA STUÐLAR